Fýra kvinnur og 16 menn vil stjórna KVF

Tá umsóknarfreistin til starvið sum stjóri í Kringvarpi Føroya var úti á midnátt, hevði stovnurin fyrin 20 umsókn. Frá fýra kvinnum og 16 monnum.


Tað skrivar Kringvarpið í morgun. Tá søkt varð eftir stjóra seinast í fjør vóru 17 umsóknir. Tá varð Johnny í Grótinum settur sum stjóri. Hann tók við 1. sepetmber í fjør. Tá søkt varð eftir stjóra í 2012 vóru 21 umsóknir. Tá varð Dia Midjord settur sum stjóri.

 

Sambært Kringvarpinum fer stýrið nú undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra. Og tað fer at taka nakrar vikur, sigur Rúni Heinesen, stjóri í Kringvarpsstýrinum, við Kringvarpið.