Aftur í nátt var løgreglan úti um seg og kannaði ferðsluna. Hesa ferð stóð løgreglan Millum Fjarða og kannaði, hvussu skjótt bilarnir koyrdu, sum komu framvið.
Løgreglan var á staðnum í ein tíma og 35 minuttir, og bara hesa tíðina vórðu fýra bilførarir steðgaðir, sum koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu allir klipp í koyrikortið, umframt eina bót.
Ein av bilførarunum, sum vórðu tiknir, koyrd 109 kilometrar um tíman, ein koyrdi 111 kilometrar um tíman, ein koyrdi 112 og ein koyrdi 113 kilometrar um tíman.










