Fýra kanadiskir ríkisborgarar, sum vóru dømdir fyri narkotikabrotsverk, eru avrættaðir í Kina seinastu mánaðirnar.
Hetta upplýsa kanadisku myndugleikarnir, og lagt verður aftrat, at allir fýra ríkisborgararnir høvdu dupultan ríkisborgararætt.
- Vit fordøma avrættingarnar upp á tað harðasta, sigur kanadiski uttanríkisráðharrin, Mélanie Joly.
Ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið, Mao Ning, sigur í dag, at dómarnir móti teimum fýra eru í samsvari við kinesiska lóg.
- Kina viðgerð øll ákærd eins - líka mikið, hvør tjóðskapurin er, verður lagt aftrat.
Kinesiska sendistovan í Kanada sigur, at Kina viðurkennur ikki dupultan ríkisborgaraskap.
Greitt er ikki, hvussu nógv fólk verða avrættað í Kina um árið, og myndugleikarnir vilja ikki upplýsa tølini.
Men, Amnesty International heldur, at talið er fleiri túsund.
- Um hetta er rætt, eru fleiri avrættingar í Kina um árið enn øllum heiminum tilsamans, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.