Fýra fullir bussar við 07 Vestur viðhaldsfólkum

Í kvøld verður vestara skýlið á ovara vølli í Gundadali í Havn 07 Vestur skýlið

Mynd: 07 Vestur

Vestara skýlið - ofta nevnt: "Bygdaskýlið" - á ovara vølli í Gundadali í Havn verður í kvøld 07 Vestur skýlið.

 

Fýra bussar, allir fullsettir við larmandi 07 Vestur fjepparum fara suður til Havnar fyri at taka við besta mansliðnum, ið kann skriva fótbóltssøgu í kvøld við at vinna seg í fyrstu steypafinaluna í søgu felagsins.

 

Fleiri onnur vágafólk koma eisini við privatbilum til Havnar fyri at stuðla 07 Vestur.

 

Talan er eisini um týdningarmesta dystin hjá HB hetta kappingarárið, og tí kann væntast, at 07 Vestur fjeppararnir fáa harða kapping í kvøld.

 

Seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur byrjar klokkan 18 í kvøld. FM1 sigur frá dystinum frá klokkan 17.50, og R5 á Televarpinum vísir dystin. 

 

Fyrra hálvfinalan millum 07 Vestur og HB í Sørvági endaði við javnleiki 1-1. 

 

Mynd: 07 Vestur