Í morgun var ein álvarsligur tilburður í Norðdepli, har fýra fólk eru stungin við knívi.
Tey eru nú flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús við størri og smærri skaða.
Løgreglan sigur, at enn er er stutt fráliðið, at tað hevur ikki eydnast at fáa yvirlit yvir støðuna ella at fáa greiði á, akkurát, hvat er hent
Enn veit løgreglan lítið og einki um, hvat er hent, men gerningsmaðurin er tikin og settur fastur.
Á myndini eru tríggir sjúkrabilar akkurát komnir á Klaksvíkar Sjúkrahús við fólki eftir hendingina.
Vit fylgja málinum upp, sum dagurin líður.










