Fýra fólk heiðrað

Í dag var ein lítil hátíðarløta í Víkingahúsinum í Norðragøtu, har Eysturkommuna heiðraði fýra starvsfólkum, sum nú eru farin frá fyri aldur.  

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, byrjaði við at siga nøkur orð og takkaði teimum øllum fyri drúgva tænastu.

 

Hann handaði eisini teimum trimum, Onnu Djurhuus, Jónu Jacobsen og Jonhardi Joensen, hvør sín málning, sum Sámal Toftanes hevði málað av heimbygdunum hjá teimum. 

 

Sørin S. Djuurhus fekk handað Dronningens Fortjensmedalje fyri trúfasta tænastu. Hann hevur starvast innan tilbúgvingina hjá Eysturkommunu - og Gøtu kommunu - í samfull 43 ár, harav 16 ár sum leiðari. 

 

Í grundgevingini hjá Kongshúsinum verður sagt, at Sørin hevur verið við til at hildið ein høgan standard, bæði fakliga og persónliga.

 

##med2##

 

Hetta hevur gjørt sítt til, at arbeiðsumstøðurnar hava verið góðar og at eitt sera gott samanhald er millum starvsfólkini. 

 

- Vit takka teimum øllum fyri teirra tænastu øll hesi ár, siga tey í Eysturkommunu í dag.