Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum tunlarnar norður um fjall á Borðoynni. Ein bilur, sum kom av Árnafjarðarvegnum, koyrdi út fyri ein bil, sum var á veg norðureftir millum tunlarnar.
Fýra fólk vóru í bilunum tilsamans, trý í øðrum og ein í hinum. Tey vórðu øll flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tað vísti seg, ein bilførarin í øðrum bilinum møguliga hevði brotið tummilin. Bilarnir fingu stóran skaða.
Í Vági var ein bilførari tikin stutt fyri klokkan 19 í gjárkvøldið. Tá hann varð biðin um at blása í alkoholmetrið, vísti tað seg, at tað var oman fyri tað loyvda markið, sum er 0,2 promillur. Har var tí blóðroynd tikin, og vísir hon tað sama, so verður talan um eina skuldeseting fyri rúsdrekkakoyring.