Fýra føroyingar afturat við við Brúnna

Bæði lokalir og landskend nøvn leggjast afturat

Tað er nú greitt, at fýra einstaklingar og bólkar afturat fara at spæla á tónleikastevnuni við Brúnna, sum verður leygardagin 11. juli. Talan er bæði um nøvn, sum eru landskend, og um nøvn, sum eru meiri lokalkend og um nøvn.

 

Tey, sum tað nú er greitt, eisini fara at spæla við Brúnna, eru Stongum & Guttesen, Av&á, Martin Joensen og Jensina Olsen.

 

Teir báður, Stongum & Guttesen, ella Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen, hava gjørt sítt til at gera Vágabólkin, Tinganest, til eitt heilt serligt fyribrigdi i føroysku tónleikasøguni við sínum eyðkenda vágaljóði.

 

- Vágaljóðið er íborið og eyðkennir eisini tað, teir hava lagt eftir seg hvør í sinum lagi. Teir báðir ætla sær á pallin við Brúnna, at spæla nakrar av sínum kendastu sangum, siga tey, sum fyrireika stevnuna Við Brúnna.

 

Eins og í fjør verðu aftur í ár møguleiki fyri at hoyra Av&á við Brúnna. Lokali bólkurin av Oyri ferð at spæla nøkur løg av LP-plátuni ”Dreymar”, sum teir góvu út í 1988 og nøkur nýggjari løg verða eisini at hoyra.

 

Martin Joensen hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í útvið fýrati ár. Martin er ein trygd fyri eini erligari og inniligari framførslu og hann er upphavsmaður til nógvar perlur í føroyska tónleikaskattinum.

 

Síðani Jensina Olsen var barn, hevur hon fingist við at gera sangir og sendingar til børn.

 

- Børnini kenna hana frá sjónvarpinum, har hon saman við Ljóðfílinum upplivir mangt og hvat í Ding ding Pippting og Ding dang Pappsang. Við Brúnna fer hon at undirhalda tey yngstu børnini við , sum hon við sangi, sjónleiki og gykli.

 

Sostatt eru 12 bólkar og einstaklingar komnir á skránna á stevnuni við Brúnna, men fleiri verða løgd afturat í næstum

 

Á myndini eru Jóan Jakku Guttesen, vinstrumegin, og Magnus á Stongum