Fýra flyta úr Fuglafirði og út á Skála

Skála, sum er nýtt lið í bestu deildini, hevur skrivað undir við fýra spælarar, sum í 2021 spældu við ÍF

Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag, og Jákup Nolsøe Olsen, sum er nýggjur málverji á Skála Mynd: Skála Ítróttarfelag

Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í kvøld:

 

Seinastu tíðina eru fleiri sáttmálar komnir í hús, og nú kunnu vit kunngera fylgjandi spælarar, ið skifta til Skála ÍF komandi kappingarár.

 

Nýggjur málmaður komandi ár verður Jákup Nolsøe Olsen. Hann verður 23 ára gamal fyrsta dagin, og kemur úr ÍF, har hann hevur verið fastur málmaður í nógv ár. Talan er um ein tvey ára sáttmála, og vit fegnast yvir at kunna bjóða Jákup vælkomnan til Skála.

 

Ein annar spennandi ungur leikari, ið kemur at leika við Skála komandi ár er Emil Weihe Joensen. Hann er 18 ára gamal, og hevur undanfarna kappingarár leikt við ÍF, og frammanundan tað við B36. Eisini hevur Emil royndir frá ungdómslandsliðum. Emil hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið. Spennandi verður at síggja hendan unga mannin á miðvøllinum komandi kappingarár.

 

Eisini er Steinbjørn Olsen úr Klaksvík nýggjur leikari á Skála. Steinbjørn er royndur leikari, og hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í fleiri ár, áðrenn hann í fjør royndi eydnuna við ÍF. Steinbjørn er 25 ára gamal. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2022.

 

Harumframt er Ari Ellingsgaard eisini klárur at tørna út fyri Skála ÍF komandi Kappingarár. Ari er úr Fuglafirði, men býr saman við konuni Gurðið á Strondum. Ari er 28 ár, og hevur flest øll árini leikt við barndómsfelagnum ÍF, tó at hann hevur okkurt árið við NSÍ og EB/Streymi á CV’num eisini. Ari hevur gjørt sáttmála fyri kappingarárið 2022, skrivar Skála Ítróttarfelag í kvøld.

 

Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag, og Jákup Nolsøe Olsen, sum er nýggjur málverji á Skála Mynd: Skála Ítróttarfelag