Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á Søldarfjarðarvegnum. Hetta var í tíðini millum klokkan 10.30 og 12.
- Í kanningini vórðu fýra mál skrivað fyri ferð, harav tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at fýra bilar vórðu máldir at koyra ávikavist 72, 72, 74 og 78 kilometrar um tíman.
- Bilførararnir, sum koyrdu ávikavist 74 og 78, fáa bót og klipp í koyrikortið og teir, sum koyrdu 72, fáa eina bót.
Eisini fær ein bilførari í hesi kanning bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon.
Eftir at hava kannað ferðsluna í bygdum øki á Søldarfjarðarvegnum, flutti løgreglan seg norður á Fuglafjarðarvegin, sum er landsvegur.
- Her vórðu seks mál skrivað fyri ferð - tveir bilførarar, sum koyrdu 99 kilometrar um tíman og fýra, sum koyrdu ávikavist 101, 103, 105 og 106.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførararnir, sum koyrdu 105 og 106, fáa bót og klipp í koyrikortið.
- Ein trailaraførari varð eisini skrivaður fyri ikki at hava íkoplaðan trailaravogn, sum ger, at bremsurnar aftan ikki virka, sum tær skulu, verður lagt aftrat.