Í seinasta Champions League dystinum í fjør, tá Liverpool á heimavølli reyk út móti FC Basel, fekk Liverpool leikarin, Lazar Markovic tað reyða kortið. Reyða kortið fekk hann fyri at sláa út eftir einum mótstøðuleikara.
Í dag kunngerð UEFA revisingina hjá Lazar Markovic.
Lazar Markovic hevur fingið fýra dystir leikbann frá europeiskum kappingum. Tað vil siga, at Lazar Markovic missur báðar Europa League dystirnar móti Besiktas, meðan hann eisini missur báðar áttandapartsfinalurnar, um Liverpool vinnur dystirnar móti Besiktas.