Fýra broytingar eru á U-21 landsliðnum

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari hevur framt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Grikkalandi, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum ímóti Kroatia farna fríggjadag

Nógvur landsliðsfótbóltur er á skránni í dag. Meðan manslandsliðið fer at dystast við lettlendingar á Skonto Stadion í Riga, tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Grikkalandi á Djúpumýru í Klaksvík.

 

Undan dystinum eru grikkar á triðja plássi í bólkinum við 14 stigum, meðan Føroyar eru á fjórða plássi við 7 stigum. Portugal er fremst við 18 stigum, tvey stig framman fyri kroatar, sum er á øðrum plássi.

 

Samanborið við dystin farna fríggjadag, sum var á útivølli móti Kroatia, hevur føroyski venjarin, Eyðun Klakstein framt fýra broytingar millum teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í dag.

 

Ari Petersen verður í mál, og verjuna manna Ási Dam, Ejvind Mouritsen, Børge Petersen, ið eisini er liðskipari, Mikkjal Hellisá og Martin Agnarsson. Á miðvøllinum frá byrjan vera Leivur Guttesen, Heini Sørensen, Aron Ellingsgaard og Olaf Bárðarson, og í álopinum verður Jørgen Nielsen.

 

Á bonkinum sita Jóanes Davidsen, Bergur Poulsen, Signar á Brúnni, Markus Hellisdal, Jens Erik Bruhn, Beinir Nolsøe, Emil Weihe Joensen, Hanus Højgaard og Gutti Dahl-Olsen.

 

Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.