Fýra broytingar á U21-landsliðnum

U21: Eyðun Klakstein hevur gjørt fýra broytingar í hópinum til dystirnar móti Hvítarusslandi og Kroatia

Tað eru fýra broytingar á U21-landsliðnum frá upprunaliga hópinum seinast. Rasmus Nilson, Áki Johannesen, Bergur Poulsen og Ási Dam eru allir úttiknir. Av teimum var Áki Johannesen við farna dyst, men avloysti Samuel J. Chukwudi, sum enn er skaddur.

 

Rasmus Nilson, sum spælir við BK Frem í Danmark, avloysir skadda Jóannes Davidsen hjá EB/Streymi. Nýggjur í hópinum er Bergur Poulsen, meðan liðfelagin úr EB/Streymi, Mikkjal Hellisdal, ikki er við hesu ferð.

 

Martin Agnarsson úr Viborg er ikki við. Í hansara stað er komin Ási Dam, sum er útleigaður úr HB til 07 Vestur. Føroyar spæla í Armenia móti Hvítarusslandi 7. september og móti Kroatia í Klaksvík 12. september.

 

Hópurin:

 

Ari Petersen, 07 Vestur

 

Rasmus Nilson, BK Frem (Danmark)

 

Børge Petersen, KÍ

 

Áki Johannesen, B68

 

Ási Dam, 07 Vestur

 

Signar á Brúnni, Víkingur

 

Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)

 

Jákup Vilhelmsen, KÍ

 

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

 

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

 

Jónas Warner, B68

 

Jens Erik Bruhn, TB

 

Áki Samuelsen, HB

 

Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Jørgen Nielsen, B68

 

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

 

Poul Kallsberg, Víkingur