Í gjár var løgreglan aftur á ferð við ferðmátaranum. Tey vóru í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80. Løgreglan sigur, at úrslitið var, at fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Og teir koyrdu alt ov skjótt, tí teir koyrdu allir ímillum 101 og 109 kilometrar um tíman so umframt at fáa bót, fáa teir teireisini allir eitt klipp í koyrikortið










