Fýra bilførarar fingu bót - og ein missur kanska koyrikortið

Tað hevur verið nógv fólk í býnum – men tað hevur verið friðarligt

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið friðarligt. Nakrar ferðir hava tey hjálpt fólki, sum vóru so full, at tey ikki kláraðu seg sjálvi og í einum føri legði løgreglan upp í at forða fyri, at ein ósemja endaði við bardaga.

 

Men bæði í gjár, og í nátt hevur løgreglan kanna ferðsluna og í tí sambandi eru nógvir bilar steðgaðir. Í Eysturoy og í Norðoyggjum fingu tríggir bilførarar 1.000 krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Somuleiðis fekk ein bilførari bót, tí fleiri ljós á bilinum lýstu ikki.

 

Somuleiðis er ein bilførari í Havn skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og í tí sambandi er blóðroynd tikin av honum.