Fýra bilar útav í hálku

Tveir bilførarar hava fingið bót fyri at koyra við summardekkum

 

Tað var rættiliga hált summstaðni í gjárkvøldið og í nátt og tað er komið óvart á nógvr bilførarar.

 

Løgreglan sigur, at bara í Eysturoy eru fýra bilar farnir útav í gjárkvøldið og í nátt av tí at bilførararnir hava ikki varnast hálkuna, ella tí at teir ikki hava givið henni gætur.

Men tað vóru bara bilarnir, sum fingu skaða, tí mannaskaði var eingin, sigur løgreglan.

 

Uppundir hendan veturin kom ein nýggj reglugerli gildi, sum bannar bilførarum at koyra við summardekkum, tá ið tað er hált.

Tvørtur ímóti er tað nú eitt krav, at bilurin er skøddur við vetrardekkum ella píkadekkum, tá ið tað er hált.

 

Og løgreglan sigur, at í nátt hava tveir bilførarar fingið bót fyri at koyra við summardekkum – men tað vóru ikki teir, sum vóru fyri óhappi í Eysturoy.