Fýra bilar rendu á autoverju

Tíðliga í morgun rendu ikki færri enn fýra bilar á autoverjuna beint sunnan fyri Depil

Tíðliga í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ikki færri enn fýra bilar høvdu rent á autoverjuna við landsvegin beint sunnan fyri Depil.

 

Tað var ógvuliga hált ymsastaðnis í landinum í morgun, og hetta elvdi til, at fýra bilar slag í slag rendu í autoverjuna beint sunnan fyri Depil. Tibetur var talan bert um materiellan skaða.

 

Eitt lítið ferðsluóhapp var somuleiðis á Strondum, men annars hevur verið stak friðarligt, verður upplýst á politistøðini í Havn.