Tað er yvirstaðið hjá donsku royndini, sanginum »Breaking My Heart« við Reiley.
Tað ger greitt eftir seinnu hálvfinaluna í kvøld.
Ikki síðani 2019 er tað eydnast Danmark at koma í finaluna.
16 lond kappaðust í kvøld um tíggju pláss til finaluna leygarkvøldið, og her kláraði Danmark ikki at sleppa víðari.
Tað gjørdu hinvegin Albania, Kýpros, Estland, Belgia, Eysturríki, Litava, Pólland, Avstralia, Armenia og Slovenia.
Eurovision vónin hjá Danmark byrjaði showið.
DR hevði leigað sær hjálp frá bretskum veitara, sum skuldi tryggjað, at pallundirhaldið hevði altjóða dám.
Tann stóri pallurin í Liverpool Arena var broyttur til eitt hús við fleiri litføgrum rúmum, sum Reiley flutti seg úr og í. Sum eitt klimaks í sanginum koman hann heilt út á pallkantin til áskoðararnar, har Dannebrog fløgg og okkurt føroyskt flagg veiftraðu.
Reiley hevur alla Eurovisión-vikuna útsett og avlýst fleiri samrøður og myndatøkur fyri ikki at slíta røddina og missa orku fyri lagnusangin. Eftir at hava verið á pallinum hevði Reiley orku at forma tekin sítt, eitt hjarta, við hondunum, og rødd til at ynskja øllum at hava tað stuttligt.
Reiley var í bólki tveimum øðrum løgum við reyð-hvítum dámi. Grikski luttakarin, Victor Verinicos, er sonur grikska mammu og danskan pápa, meðan danskir sangskrivarar hava hjálpt kýpriska sanginum, »Break a Broken Heart«, sum er komin i finaluna.
Vit skulu heilt Down Under til Avstralia fyri at finna bólkin, sum endaði hálvfinaluna. Og tað var fullari megi. Tá tónleikurin frá Voyager við lagnum »Promise« fjaraði út, hoyrdust aftur lógvabrestirnir frá áskoðarunum.
Avstralia, sum á fyrsta sinni var við í kappingini í 2015, var enn einaferð komn á hina síðuna á jørðini fyri at vera við í Eurovision.
So nógv lond royna seg í Eurovision, at tey verða noydd at avmarka tey tvær ferðir. Fyrra hálvfinalan var týsdagin, og har struku stórfavorittarnir úr Finnlandi og Svøríki víðari.
Tað eru bara hyggjararnir, sum gera av, hvør endar í finaluni. European Broadcasting Union, sum skipar fyri Eurovision, hevur slept fakdómarunum í hálvfinalunum.
Tað er avgjørt, eftir at tað í fjør við Eurovision í italska stórbýnum Torino varð avdúkað óreglusemi í atkvøðumynstrunum hjá dómarum úr seks londum.
Hinvegin hevði EBU fyri fyrstu ferð latið upp fyri, at allur heimurin kundi vera við til atkvøðugreiðsluna.
##med2##
Altjóða er Reiley ein stór stjørna við yvir 11 milliónum fylgjarum á sosiala miðlinum TikTok. Á Instagram hevur hann 339.000 fylgjarar. Til sammetingar hevur favoritturin hjá Bookmakarunum, svenska stjørnan Loreen, 360.000 fylgjarar.
Bæði DR og Reiley hava ikki dult fyri, at tey hava vónað, at tað at hann er altjóða kendur kundi geva honum atkvøður.
Í stóru finaluni leygarkvøldið verða fakdómarar við aftur.
Seks lond hava altíð tryggjað sær pláss í finaluni. Tey eru Spania, Bretland, Frankaríki, Týskland og Italia, tí tey gjalda størsta partin av gildinum. Og so hevur seinasti vinnarin altíð tryggjað pláss eisini. Hesaferð er tað Ukraina.
##med2##
Vanliga verður Eurovisión hildin í tí landi, um vann seinast. Men tað er ógjørligt hesaferð vegna russisku innrásina í Ukraina. Tí verður tað hesaferð í bretska stórbýnum Liverpool, at altjóða sangkappingin verður hildin hesaferð vegna Ukraina. Bretland gjørdist nummar tvey í fjør.
Finalan varður send á DR1 leygardagin.
/ritzau/