Fýra andstøðuuppskot á tingi í dag

Uppsot frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til viðgerðar á tingi í dag

 

Fyrsta málið á tingfundinum seinnapartin er uppskot frá javnaðartingmonnunum, Johannes Joensen og Djóna Nolsøe Joensen um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Hetta málið snýr seg um skattafría samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir.

Síðani verður 1. viðgerð av uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini, sum er uppskot frá Javnaðarflokkinum.

Triða málið er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2022. Tað er Beinta Løwe úr Tjóðveldi, sum vil hava eitt skýli bygt á Syðradali á Kalsoynni til ferðafólk. Hon skýtur upp, at Løgtingið játtar eina hálva millión krónur til tað.

Síðsta málið á skránni er eisini eitt andstøðuuppskot, sum er uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap. Tað er Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, sum eigur tað uppskotið.