Skipini, sum nú eru farin á gulllaksaveiði, hava rent seg í rættiligt gulllaksarok. Eftir tveimum døgum, komu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fullfermdir aftur av túri í morgun. Í morgun komu fyrstu gulllaksaskipini í hesi vertíðini, sum byrjar nú, aftur av túri.
Skipini eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, og hetta hevur verið ein rættiligur roktúrur hjá teimum. Teir fóru út sunnudagin, og longu í dag - tveir dagar seinni - eru skipini inni aftur við umleið 500.000 pundum av gulllaksi.
Tað er landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará, sum landar Eysturbúgvan, meðan Vesturbúgvin landar á Toftum.
Tavan í Leirvík keypir hesar báðar fyrstu gulllaksalastirnar hjá skipunum í ár.
Vestmenningur og Fram eru eisini farnir á gulllaksaveiði, og um nakrar dagar fara eisini Polarhav og Stjørnan at fiska gulllaks.
Í apríl mánaði í fjør vórðu tilsamans 2000 tons av gulllaksi løgd upp á landingarmiðstøðini Kongshavn.