Fyltu skipini eftir 10 tímum

Tá tað hevur eydnast best, hava tey seks skipini, sum eru á gulllaksaveiði, fingið rættiliga stórar nøgdir eftir lítlari og ongari tíð. Soleiðis var hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum á seinasta túri.

Skipini, sum partrola, landaðu umleið 500.000 pund av gulllaksi í gjár.

Eysturbúgvin landaði í Saltangará og Vesturbúgvin í Kollafirði. Skipini byrjaðu hendan túrin 26. apríl og vóru longu inni aftur 28. apríl.

Tá Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á fiskileið, tók tað lítla og onga tíð at fylla skipini. Eftir at hava tóvað í 10 tímar tilsamans, vóru skipini full undir lúkurnar!

Menn, sum eru við teimum báðum skipunum, siga, at teir ongantíð hava upplivað slíkan rokfiskiskap áður.

Á Landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará siga tey, at Polarhav og Stjørnan, sum eisini eru á gulllaksaveiði, koma inn at landa í morgin, dýra biðidag.

- Eisini Polarhav og Stjørnan eru full undir lúkurnar, og landararnir eru bidnir at møta klokkan 14 í morgin, siga tey á Landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.

Tá morgindagurin er av, eru eini 800 tons av gulllaksi landað í Saltangará í hesi gulllaksavertiðini, sum júst er byrjað.