Nú í nátt er rættiliga ófantaligt herverk framt ímóti einum bili í Havn.
Tað var ein bilur, sum stóð parkeraður undir Bakkahellu, men tíverri fyri eigaran, var bilurin ólæstur.
Og tað var meiri enn onkur ótangur kláraði at standa ímóti, tí eitt lítið træ, sum stóð beint við, varð rykt upp við rók og tveitt inn í bilin, so at hann varð fullur av mold og greinum.
Ein annar bilførari var so óansin at gloyma hondbremsuna við teirri avleiðing, at bilurin fór á rull og endaði í bønum.
Annars varð eitt fólk koyrt á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt óhapp í Kollafjarðardali í gjár.
Ein bilur, sum skuldi inn á bensinstøðina, snaraði beint fyri ein bil, sum kom eftir landsvegnum.
Tað eina fólkið fekk ilt í høvdið og varð flutt á Landssjúkrahúsið av trygdarávum, men tað hevði onki upp á seg, sigur løgreglan.
Annars hevur løgreglan havt sítt stríð av fullum fólki, men tey vórðu koyrd til húsar.
Heldur ikki Miðlahúsið er sloppið undan herverkið í nátt við tað, at tveir stórir rútar ímóti Tórsgøtu, eru brotnir.
Tað var vaktarferlagið, Ansni, sum varnaðist herverkið og boðaði frá. Onkur sá ein mann renna av staðnum, men løgreglan fekk fatur á honum. Hann hevur játtað at hava sligið í rútarnar, men hann helt ikki, at nakar brotnaði.
Annars mátti løgreglan eisini eftir einum manni, sum skuldi í geglið at sita ein dóm, men sum ikki var møttur. Men honum fekk løgreglan fatur á í morgun.