Í Bretlandi eins og á okkara leiðum er tað siður, at fólk, sum fylla 100, fáa eina heilsan frá landsins ovasta myndugleika, og Peggy McAlpine fekk eisini eina heilsan frá Elisabeth drotning á 100 ára degnum. Men Peggy vildi hava meiri burtur úr degnum, so hon gjørdi av at leypa út av einum 762 metrar høgum fjalli á Kýpros saman við einum hjálparmanni undir einum sonevndum paraglider-skíggja. Nú kemur hon í metbókina hjá Guiness, tí hon er heimsins elsta kvinna, sum hevur roynt slíkt. Peggy hevur longu sagt, at hon er til reiðar at leypa eina ferð afturat.