Fyllir 50 í morgin

Í morgin eru 50 ár, síðani Osama bin Laden varð borin í heim.

-Er hann á lívi, kann hann halda dagin, men talan verður ikki um nakra stórfingna veitslu við víni og kaviar, sigur pakistanski blaðstjórin, Rahimullah Yusufzai, sum hevur kent bin Laden í mong ár og hitt hann fleiri ferðir.

-Eg haldi, at hann er á lívi framvegis, og tað er í veruleikanum ófatiligt, tá vit hugsa um, hvussu mong hava roynt at fáa fatur á honum, sigur pakistanski blaðstjórin. Sjálvur heldur hann, at bin Laden er í Pakistan ella í Afghanistan, men at tað er ikki óhugsandi, at hann er onkra aðrastaðni.

USA hevur lovað 25 mió. dollarar í finningarløn, verður Osama bin Laden funnin deyður ella livandi, men tað hevur ikki fingið nakran at avdúka, hvar hann fjalir seg. Summi halda, at hann fjalir seg onkunstaðni í Tora Bora-fjøllunum í Afghanistan, onnur halda, at hann er í teimum pakistonsku fjøllunum, meðan uppaftur onnur halda, at hann er í Jemen ella í Mekka í Saudiarabia.

Altjóða yvirgangsserfrøðingar eru á einum máli um, at Osama bin Laden er ikki leiðari í al-Qaeda longur, og at hann hevur einki samband við teir, sum nú fyrireika ella fremja atsóknir.

-Men hann hevur framvegis týdning sum maðurin, ið stovnaði al-Qaeda, og mong hava stóra virðing fyri honum, tí hann valdi heilagt kríggj fram um ríkidømi, sigur Rahimullah Yusufzai, blaðstjóri.