– Vit hava fylgt tilmælunum frá Málráðnum nærum 100 prosent, hóast uppskotini frá teimum einans høvdu vegleiðandi myndugleika.
Tað sigur Birgir Kruse, sum hevur verið ritstjóri á Atlasinum. Hann sigur, at sáttmálin millum Nám og HarperCollins neyvt greinar út, hvørji staðarnøvn kunnu føroyskast ella týðast og hvøri mugu standa sum tey eru.
– Lond kunnu týðast, meðan býir einans týðast, um eitt ávíst navn hevur vunnið hevd millum manna. Tí skriva vit Keypmannahavn heldur enn København. Onnur landafrøðilig fyribrigdi skulu einans týðast, um tey skara um landamørk.
– Tó so, tey sum leita, skulu finna. Tí hava vit tikið bæði nýggjar og gamlar stavsetingar av londum við í navnaskrá, aftast í atlasinum. Har finnast so bæði Chile og Kili, Canada og Kanada og Zambia og Sambia, sigur Birgir Kruse










