- Heimurin er ikki so stórur. So sjálvandi frætta vit øll úrslitini, hóast vit sigla á opnum havi í fleiri vikur, sigur Anthony.
- Vit royna at fylgja við øllum dystunum hjá Englandi. Higartil hevur Englandi ikki spælt nøktandi, men vónandi fer tað at ganga betri. Týsdagin spæla teir móti Svøríki. Tað verður ein trupul dystur hjá venjaranum hjá Englandi Svend G. Eriksson. Hann er jú svii, og týsdagin skal hann vinna á sínum egna landi fyri England. Tað verður óivað hart hjá honum, leggur Anthony afturat.
Anthony og Monique komu til Føroya seinnapartin í gjár og verða í Føroyum í nakrar dagar. Eftir hetta sigla tey víðari til Íslands við stuttleikabátinum:
- Um veðrið verður gott í Føroyum næstu dagarnar, verða vit her til týsdagin. Tí so sleppa vit at síggja dystin millum Englang og Svøríki á stórskíggja á eini café í Føroyum. Tað hevði verið framúr, sigur Anthony at enda.









