Fylgja væl við nýggja frábrigdinum

- Hetta krevur eitt serligt uppmerksemi, tí nýggja frábrigdið hevur nógvar mutatiónir og smittar illa, sigur landslæknin í Grønlandi.

Landslæknaembætið í Grønlandi fylgir við væl nýggja frábrigdinum av koronuvirus - omikrom - sum tað verður rópt. Tað sigur Henrik L. Hansen, sum er landslækni í Grønlandi. 

 

- Hetta krevur eitt serligt uppmerksemi, tí nýggja frábrigdið hevur nógvar mutatiónir og smittar illa, leggur hann aftrat.

 

Um sítt kunningarfók, sigur Henrik L. Hansen við Sermitsiaq, at nýggja frábrigdið, sum fyrstu ferð varð staðfest í Suðurafrika, eisini er funnið í einari røð av evropeiskum londum seinastu dagarnar.

 

- Frábrigdið er staðfest í eitt nú Danmark, Stórabretlandi, Týsklandi, Niðurlondum og Belgia, sigur hann. 

 

Enn er ov tíðliga at siga, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri lív og lagnu, men tá delta-frábrigdið kom til Grønlands umleið 1. juli í ár, broyttist støðan nógv.

 

Henrik L. Hansen veit ikki, um omikrom-frábrigdið fer at fáa avleiðingar fyri handfaringina av koronu-støðuni í Grønlandi, men hann fer at koma við einari fráboðan ein av fyrstu døgunum.

 

Í dag váttaði Statens Serum Institut í Danmark, at omikrom er staðfest hjá tveimum smittaðum í Danmark.

 

Sambært Statens Serum Institut elvir nýggja frábrigdið til altjóða stúran, tí hesin varianturin hevur fleiri mutatiónir enn vanligt, og haraftrat smittar omikrom helst verri enn delta-frábrigdið, sum heimurin nú stríðist við.

 

Lítið er at ivast í, at eisini vit í Føroyum fara at hoyra meira um omikrom-frábrigdið í vikuni sum kemur, nú nógv verður gjørt burtur úr, og frábrigdið longu er staðfest í fleiri londum kring um okkum.

 

Skjótt eru tvey ár liðin, síðan vit fyrstu ferð hoyrdu um koronuvirus.

 

Tað var hin 12. mars í 2020, at Føroyar fóru niður í ferð. Framvegis dragast vit við stór smittutøl, og í løtuni er einki, sum bendir á, at heimurin fer at koma burtur úr hesum í bræði.