Fylgja væl við og gera íløgur eftir tørvi

- Vit vilja framhaldandi vera ein partur av at veita olju til skipini, sigur stjórin í Shell

Olja

Stjórin í Shell, Hákun Djurhuus, sigur, at felagið er kunnað um ætlanina hjá nýggja oljufelagnum, sum nú er stovnað undir heitinum, "Felagið 14.2.2006".
- Jú, vit kenna ætlanina, og vit hava havt fundir við stigtakararnar, men vit eru ikki við í ætlanini. Gamalt er, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
Hákun sigur, at "dialogur" hevur verið millum partarnar, og tosað hevur verið um samstarv, men enn er einki avgjørt.
Hann vísir á, at partar saktans kunnu samstarva, hóast ognarviðurskifti ikki eru millum partarnar.

Eftirspurningurin
- Eftirspurningurin eftir tungolju er ikki so stórur í løtuni, hóast nøkur skip, eitt nú Finnur Fríði, Krúnborg og Havborg, hava lagt um. Haraftrat brúka Smyril og Norrøna eisini tungolju, umframt SEV og Havsbrún.
Hákun Djurhuus vísir á, at samstarv er millum Shell, SEV og Smyril, har Smyril kann bunkra á Sundi.
- Á Sundi er framd ein tilbygging, sum ger tað møguligt at lata Smyrli, sum tað almenna eigur og rekur, tungolju. Tað er SEV, sum eigur hesar instalatiónirnar.
Stjórin í Shell sigur, at teir í løtuni arbeiða við eini ætlan, sum ger tað møguligt eisini at lata Finni Fríða og Krúnborg tungolju.
- Sum er, er Shell eisini veitari av tungoljuni, sum Havsbrún í Fuglafirði brúkar.

Íløgur eftir tørvi
Spurdur, um Shell hugsandi fer undir stórar útbyggingar, nú nýggja oljufelagið arbeiðir við veiting av tungolju í Fuglafirði, sigur Hákun Djurhuus:
- Vit fylgja væl við gongdini á hesum øki, og vit ynskja framhaldandi at vera partur av veitingini til skipini.
Men, leggur stjórin aftrat:
- Vit brúka pening í mun til tørvin  og "forrætningina", og nú tørvurin á tungolju er avmarkaður, kann eg ikki siga meira um hetta í løtuni, sigur Hákun Djurhuus.