Fylgja stórdysti í Badmintonhøllini

- Latið okkum gera løtuna bláa og savnast um hesa søguligu løtu, siga tey í Klaksvík í dag, nú KÍ spælir seinna dystin móti Molde í morgin.

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna dystin ímóti Molde, sum kann geva KÍ-liðnum pláss í play-off umfarinum í Champions League.

 

- Stórur skíggi verður settur upp í Badmintonhøllini, soleiðis at so mong sum gjørligt kunnu savnast um hesa stórhending.

 

Tað siga tey á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag.

 

- Kurvabóltsfelagið í Klaksvík, Hávur, stendur fyri kaffisølu, og her verður eisini sunkist við onkrum afturvið.

 

Tey í Bláu Bylgjuni, fjepparafelagnum hjá KÍ, sum ikki eru farin til Molde, verða við til at seta góðan dám á løtuna.

 

- Latið okkum gera løtuna bláa og savnast um hesa søguligu løtu, eru ynskini á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag.