Fylgja gongdini eystan fyri markið

-Vit fylgja sjálvandi við, hvat hendir hinumegin markið, og tað er greitt, at spurningarnir, sum hava verið frammi í miðlunum í seinastuni, har ein infrastrukturur til gassútbyggingar er eitt av uppskotunum, hava okkara stóra áhuga sigur Sigurð í Jákupsstovu, í eini viðmerking til tíðindini um, at bretska stjórnin saman við fleiri stórum oljufeløgum, er í ferð við at leggja eina ætlan fyri framtíðar útbyggingar.

Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at fyri framtíðar olju- og gassfund í Føroyum, er tað av alstórum týdningi, at tað longu finst ein útflutningsleið til gass. Hóast vit gera oljufund, so vil tað altíð vera gass til steðar eisini, og kunnu vit ikki sleppa av við gassið gjøgnum eina gassleiðingsskipan, so eru vit noydd til at spræna gassið niður aftur í undirgrundina, og tað kann hava nógvar útreiðslur við sær sigur Jarðfeingisstjórin og vísir á, at tað er ikki loyvt at koyra gassið út í luftina. Samanumtikið heldur Sigurð í Jákupsstovu, at ein útbygging í bretskum øki av infrakervi til m.a. gass bøtir um støðuna hjá okkum hyggja vit longur fram í tíðina.