Fylgja gassskipi

Íslendska vaktar- og bjargingartænastan hevur hildið eygað við einum norskum gasstangaskipi, meðan tað hevur siglt ígjøgnum íslendskt sjóøki á veg úr Noregi til USA. Sum myndin vísir, er Arctic Princess ikki eitt vanligt tangaskip. Skipið er 288 metrar langt og 121.000 tons stórt. Manningin telur 12. Morgunblaðið skrivar, at íslendska vaktar- og bjargingarrtænastan valdi at halda eygað við skipinum, tá tað kom inn í íslendskan sjógv eystanfyri og at fylgja tí vesturum.