Hølisviðurskiftini eru ikki nøktandi hjá FSF, og tí verður farið undir nýggjan bygning, sum skal hýsa Fóbóltssambandinum VIP-arum og umsitingini hjá FSF.
- Verandi hølisviðurskifti eru ov tronglig. Verandi hús skal hýsa bæði miðlum, VIP-arum og umsitingini, og hølisviðurskiftini eru stutt sagt ikki nøktandi, sigur Christian Andreasen.
Plássið í verandi bygningi er ikki nóg gott, eisini tá hugsað verður um teir aktivitetir, ið eru knýttir at FSF, tað verið seg skeiðvirksemi, venjaraútbúgvingar og líknandi.
- Við hesum fáa vit eisini nøktandi VIP umstøður, og vit fáa 900 áskoðarapláss undir tak, so alt í alt verður talan um munandi betri umstøður, sigur Christian Andreasen.
FSF skal í fyrsta umfari bert nýta niðastu og ovastu hæddina.
- Miðhæddin verður í fyrsta lagi leiga út. Tað er ikki tikin støða til, hvønn leigast skal út til, men hetta er so ein møguleiki, sigur Christian Andreasen.
Hann sigur, at fasilitetirnir í sær sjálvum eru ein trupulleiki hjá FSF.
- Vit hava koyrt nógv uppá undantaks loyvir í fleiri ár. Talan er um rættiliga teknisk krøv, eitt nú hvar áskoðararnir skulu sita, hvar miðlarnir skulu vera, hvar leikararnir ferðast og hvar VIP-arnir skulu halda til. Men upp á longri sikt verður tað eisini eitt krav frá UEFA og FIFA, at áskoðaraplássini verða yvirdekkað, sigur Christian Andreasen.
Atlitið til áskoðarazrnar er rættiliga stórt og somuleiðis eisini til VIP-ararnar.
- Samanlagt er hesin bygningurin neyðugur, skulu vit uppfylla hesi krøvini í framtíðini, sigur Christian Andreasen.
Verandi bygningur skal framhaldandi nýtast til virksemi hjá FSF.
- Skiftirúmini verða verandi í hesum bygninginum, og væntandi fer hann eisini at hýsa miðlunum frameftir, sigur Christian Andreasen.