Evropeiski fylgisveinurin Cryosat, sum skal halda eygað við ísinum kring Norðpólin, varð skotin út í ringrás um jørðina í gjár. Ein roynd at senda ein tilsvarandi fylgisvein út í 2005 miseydnaðist, tí rakettin við fylgisveininum datt niðuraftur.
Cryosat skal flúgva í 1.700 kilometra hædd, og serlig radaraútgerð skal senda tekin niður á jørðina við jøvnum millumnilum. Hesi tekin kunnu so siga granskarum, hvussu tjúkkur ísurin í póløkinum er.
Sagt verður, at mátiútferðin er so neyv, at hon mátar tjúkdina á ísinum í centimetrum.










