Fornaldarfrøðingar, sum hava kannað infrareyðar fylgisveinamyndir av Egyptalandi, hava funnið 17 pyramidur og onnur forn bygningsverk. Á myndunum kundu fornfrøðingarnir síggja gomul mannaverk, sum eru farin undir heilt, og sambært BBC sóu teir ein hóp av gomlum bygdum og gravstøðum umframt tey 17 stóru bygningsverkini.
Amerikanski granskarin Sarah Parcak sigur við bretska útvarpið, at fornfrøðingarnir gleða seg til at sleppa at grava tær horvnu pyramidurnar undanaftur. Sjálv er hon ovfarin av øllum tí, sum kom undan kavi á fylgisveinamyndunum.