Horsens: Tá Leif Jul Pedersen í Horsens var útbúgvin sum goymlumaður hjá VW bilhandlaranum í býnum, kom hann fram á eina lýsing frá Super Dekk í Havn, sum søkti eftir goymslumanni. Hetta var í eini tíð, tá tað nærum var ómøguligt at fáa arbeiðsmegi í Føroyum. Byggivirksemi var ovurhonds stórt og byggifeløgini fingu fyri tað mesta arbeiðsmegi úr Danmark og Íslandi.
Hann kom so higar í 1986 og arbeiddi hjá Super Dekk og seinni hjá Toru Tourist Traffic, sum tá hevði stórt ferðamannavirksemi um summarið.
Hesi árini kom Leif at kenna nógv fólk her, og fekk hann nógvar vinir, sum hann javnan hevur samband við.
Meðan hann var í Føroyum, var hann úti fyri einum ferðsluóhappi við motorsúkklu. Hann sigur, at um hann ikki var komin út fyri hesum óhappi og búskaparkreppan fyrst í 90-unum ikki var komin, roknar hann við, at hann hevði verið verandi í Føroyum.
Honum dámar sera væl fólkið og náttúruna. Tann vakra stórsligna náttúran var allastaðni. Tað var bar at fara út um hurðina, so var alt har, og veðrið skifti alla tíðina. Hetta dámdi honum. Hann hevði t.d. ongantíð verið úti fyri at el-streymurin kundi blíva burtur, fyrr enn hann kom higar.
Fólkini vóru heilt annarleiðis, enn hann var vanur við. Tey vóru sera gestablíð og yvirberandi, um hann ikki skilti føroyska málið at byrja við. Tað gekk tó skjótt til hann skilti málið, og enn í dag skilir hann føroyskt.
Hann ferðaðist nógv í landinum og legði skjótt til merkis at stórur munur var á fólkinum í Havn og á smáplássunum.
Ferðandi tryggingarmaður
Tá Leif fór til Danmnarkar aftur í 1990, fekk hann starv hjá tryggingarfelagnum Topdanmark, har hann eisini hevur fingið útbúgving sum tryggingarmaður. Hann arbeiðir sum ferðandi tryggingarmaður og hevur eitt øki upp á umleið 3.000 kundar á Horsens leiðini. Hann teknar allar tryggingar sum t.d. hús, bilar, landbúnað, alibrúk og hvat tað annars skuldi verið.
Síðan Leif flutti úr Føroyum, hevur hann vitjað ofta aftur. Hann sigur, at síðan hann kom til Føroya fyrstu ferð, hevur hann ferðast umleið 25 ferðir hendan vegin. Hann hevur verið nógv í Mikinesi og tikið lut í bygdarlívinum har um summarið. Har er gott og avstressandi at halda summarfrí. Eisini dámar honum væl at ganga t.d. í SMS og heilsa upp á fólk, hann kennir.
Hann fylgir væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og hvørja ferð hann kemur hendan vegin, sær hann stóran mun. Hann heldur, at nógv er hent hesi seinastu 20 árini og tekur sum dømi Vágatunnilin, og tað at skjótt eisini verður koyrandi til Klaksvíkar.
Í snotuliga heiminum hjá Leif í Horsens hava so gott sum allar myndir og plakatir føroysk motiv.