Norðhavssild
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur í vikuni gjørt av at hækka føroysku kvotuna av norðhavssild úr umleið 48.000 tonsum upp í 68.000 tons.
Í 1996 gjørdu strandalondini, ES, Føroyar, Ísland, Noreg og Russland, avtalu um býtið av norðhavssild, og eftir hesi avtalu fingu Føroyar tillutað 5,46% av samlaðu sildakvotuni. Avtalan varð endurnýggjað á hvørjum ári til og við 2002 ? og bæði í 2003 og í 2004 hildu strandalondini seg til býtið í avtaluni frá 1996.
Fylgja grannunum
Bjørn Kalsø vísir á, at ICES hevur mælt til eina samlaða kvotu (TAC) fyri 2005 upp á 890.000 tons.
- Í februar boðaði norska fiskimálaráðið frá, at Noreg hevði tillutað sær 578.500 tons av samlaðu kvotuni fyri 2005. Hetta svarar til 65% av samlaðu kvotuni, hóast Noreg eftir avtaluni frá 1996 fekk tillutað 57%. Hetta merkir, at Noreg hevur hækkað sín part av sildakvotuni við 14%. Seinni hevur eisini Ísland boðað frá, at teirra sildakvota er hækkað samsvarandi norsku hækkingini.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann byggir sína avgerð á somu hækkingarnar, sum norðmenn og íslendingar hava tillutað sær.
- Tó soleiðis, at lagt verður upp fyri, at føroyingar í upprunaligu strandalandaavtaluni hava rindað fyri atgongd at fiska sild í norskum sjógvi, sigur hann.
Býtið av sildini
Føroyska kvotan á 68.000 tons verður býtt soleiðis, at 59.541 tons fara til nótaskipini, meðan 5.000 tons verða tillutað ídnaðarskipunum sum felagskvota. Restin av hækkingini - ella 3.459 tons ? verður eftirhildin til seinni útlutan.
- Broytingar kunnu verða gjørdar í hesum býti, um tað stendur á at fiska alla kvotuna, eins og eg leggi dent á, at kvotuásetingin og býtið millum skipabólkarnar ikki skapar fordømi frameftir.
Bjørn Kalsø vísir á, at støðan í 2005 er serstøk, tí eingin avtala er millum strandalondini um norðhavssildina.
Hann sigur seg vóna, at tað í 2006 fer at eydnast londunum at gera eina avtalu um sildafiskiskapin.
- Tí eigur henda avgerð um kvotu og býti millum bólkarnar ikki at skapa fordømi, sigur landsstýrismaðurin, sum eisini hevur avgjørt at tilluta ídnaðar-og nótaskipum 1.200 tons av sild í Norðsjónum. Hetta er sild, sum Føroyar hava fingið í fiskiveiðiavtaluni við ES og Noreg.