Fylgibólkurin

Oddagrein:

Tað er skilagott av landsstýrinum at seta politiskan fylgibólk at viðgera pensjónsuppskotið hjá embætisfólkunum. Tað eigur at vera vanlig politisk mannagongd at geva embætismannauppskotum gjølliga politiska viðgerð. Tað verður gjørt alt ov lítið av hesum í Føroyum, og tí koma landsstýrisfólk mangan í trupulleikar av embætismannauppskotum, sum uttan politiska viðgerð fara fyri Løgtingið.

 

Politiski fylgibólkurin skal tryggja breiða undirtøku fyri endaliga uppskotinum og ansa eftir, at hetta álvarsama og týdningarmikla mál ikki endar sum politiska kastibløka millum flokkarnar á Løgtingi. Bólkurin hevur fingið munnkurv frá fíggjarmálaráðharranum, og tykist tað vera ein ávís misnøgd við hesa avgerð. Avgerðin er fyri at tryggja politiska bólkinum arbeiðsfrið og kann avgerðin tí tykjast neyðug. Hinvegin er torført at skilja, hvat skaða opinleiki kring hetta mál skal kunna gera.

 

Embætismannauppskotið hevur elvt til misnøgd millum fleiri samfelagsbólkar, serstakliga orsakað av tilmælinum um pensjónsaldurin og tilmælunum um fíggingina av framtíðar pensjónsskipanum. Tað er væl skiljandi, at fakfeløgini hjá teimum lagstløntu eru ivasom og vilja hava ein sterkan almennan leiklut í framtíðar pensjónskipanini. Hinvegin man vera breið semja um, at ein framtíðar pensjónskipan skal hava trý fíggjarlig bein at standa á. Nú ræður um hjá politiska bólkinum at finna eina semju um hesi trý fíggjarligu bein og ud pansjónsaldurin.

 

Politiski fylgibólkurin hevur nú eitt einastandandi høvi at finna eina semju um framtíðar pensjónskipan Føroya, og er hetta tískil eitt mál, sum røkkur langt fram í tíðina. Tað er einki yvir at dylja, at forsorgarbyrðan verður tung hjá teimum arbeiðsføru um eini fimtan til tjúgu ár, um vit ikki her og nú í breiðari semju finna fram til eina haldgóða skipan. Tað er umráðandi, at skipanin fevnir um avísar trygdir ella garanti, eitt nú, at tann skipan, sum einaferð kemur, ikki verður innanholað eitt nú av skattum og avgjøldum. Tær fíggjarligu fortreytir, sum eru galdandi her og nú, eiga eisini at verða galdandi um tjúga ella trýati ár, tá útgjøldini skulu fremjast.

 

Tað er júst á hesum øki, at ABC2 hevur syndað, nevniliga við knappliga og uttan ávaring at broyta grundleggjandi fortreytir fyri galdandi pensjónskipanum. Tað er tað, sum er hent við ólavsøkupakkanum og ætlaðu mótrokningunum og skattabroytingum á pensjónsøkinum. Tey, sum í dag eru fólka- ella fyritíðarpensjonistar hava lagt síni ellisár til rættis eftir galdandi fíggjarligum fortreytum. Tá myndugleikarnir knappliga og uttan ávaring broyta hesar fortreytir, gera teir seg í veruleikanum inn á ein stóran part av pensjónistunum og skerja teirra lívskor. Hetta er bæði skeiv, órmoralskt og hartil politiskt sera illa umhugsað. ABC2 eigur tí at gloyma alt um at fíggja ólavsøkupakkan við peningi hjá fólka- og fyritíðarpensjonistum og at síggja til, at arbeiðið hjá politiska fylgibólkinu kemur trygt í havn.