Fylgdu honum í meira enn tvey ár

Arminia Bielefeld hevði serliga gott eyga á Jóan Símuni Edmundssyni, sum teir nú hava fingið.

Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, skrivaði í dag undir sáttmála við týska felagið, Arminia Bielefeld, sum spælir í næstbestu týsku deildini.


Les eisini: Nú hevur Jóan Símun skrivað undir


Sáttmálin ímillum Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld er galdandi í tvey ár, og týska felagið sigur seg vera væl nøgt við at hava fingið fatur á føroyinginum.


- Vit hava fylgt menningini og varðveitt sambandið síðani hann royndarvandi við okkum í januar 2016, sigur ítróttarstjórin í felagnum, Samir Arabi, við heimasíðu felagsins.


- Vit hava fingið eina góða mynd av honum, og vit eru fegnir um, at vit, nú vit høvdu møguleikan, hava gjørt avtalu um at hann spælir við Arminia Bielefeld frá næsta kappingarári at rokna, sigur hann víðari.


Les eisini: Jóan Símun til Bielefeld: Hetta er tað rætta fyri meg

 

Arminia Bielefeld er í løtuni á fjórða plássi í 2. Bundesliga, har teir helst gerast júst ov stuttir til at sleppa við í uppflytingardystir. Tveir dystir eru eftir at spæla, og teir eru fimm stig aftanfyri Holstein Kiel.