Fylg við í GBOB finaluni á alnetinum

Tá Marius úr Føroyum skal kappast við 23 aðrar bólkar um heiðurin heimsins besti nýggi bólkur í The Global Battle Of The Bands í London Astoria mikukvøldið frá 19-24. Hava eisini tey, ið ikki eru í London møguleika at fylgja við.



Á heimasíðuni www.livegigsonline.com ber til fyri 4 £ at síggja finaluna í GBOB. Hon verður send beinleiðis, men um tú einaferð rindar tey 4 £, kanst tú hyggja eftir finaluni so ofta, sum tú vilt, umframt hetta kemur sjálvandi gjaldið til alnetveitaran fyri at taka sendingina niður. Hevur tú ikki hug til ella møguleika fyri at síggja finaluna á heimasíðuni, verður planet.fo eisini á staðnum, og vit skriva sjálvandi frásagnir frá finaluni.