Fylg við beinleiðis stroyming av drunnhvítapari

Hetta er allarhelst einasta stroyming av hesum fuglaslagi í heiminum, og tað er Tjóðsavnið, sum skipar fyri

Fyri fyrstu ferð ber til hjá øllum føroyingum at síggja drunnhvítar á reiðri. Sjálvt um drunnhvíti er ein tann talríkasti fuglurin í Føroyum, so eru tað tey fægstu, sum hava sæð hann.

Tí hevur Tjóðsavnið sett eitt myndatól upp í Bønhúsinum í Koltri, sum stroymir eitt par av drunnhvítum beinleiðis. Sambært Tjóðsavninum er hetta einasta stroyming av hesum fuglaslagi.

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/t-Z1OiUDhFg" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>

(Gevið gætur: Sambandið er svikaligt og kann fara av og á)

Drunnhvíti er minsti sjófuglurin í heiminum og mett hevur verið, at størstu drunnhvítabølir í heiminum eru í Føroyum. Hann kemur bara til lands um náttina. Tá flýgur hann við urðar og støð har hann reiðrast.