Fylg U-17 landsliðnum beinleiðis

Beinleiðis frásøgn: Fylg við í søguliga dystinum hjá U-17 landsliðnum her

Í dag klokkan 11:00 spælir føroyska U-17 landsliðið ein søguligan dyst í føroyskari fótbóltssøgu. Talan er nevniliga um dyst í EM-endaspælinum ímóti Skotlandi, sum altso er fyrsti dystur í einum endaspælið nakrantíð.

 

Til ber at stroyma dystin beinleiðis við at trýsta á youtube leinkjuna ovast í greinini. Rás 2 sigur eisini frá dystinum, og hann kann hoyrast á www.midlar.fo

 

 

In.fo fylgir sjálvsagt dystinum beinleiðis, og til ber at fylgja dystargongdini undir her:

 

 

Skotland - Føroyar 2-0 (0-0)

1-0 Innes Cameron, 59.

2-0 Jack Atkinson, 68.

 

 

 

LIÐUGT, 2-0 til Skotland: So er søguligi dysturin hjá U-17 landsliðnum í EM-endaspælinum liðugur, har skotar vunnu 2-0. Sum heild var talan um uppibornan sigur til Skotland, men føroyska liðið eigur stórt rós fyri arbeiðsinnsatsin allan dystin á tamb.

 

80 minuttir: Føroyska liðið ger nú sína triðju og seinastu útskifting. Jákup Joensen úr Skála kemur á vøllin ístaðinfyri Símun Sólheim úr HB.

 

79 minuttir: Føroyska liðið stríðist framvegis manniliga tað seinasta sum er eftir av dystinum, men tað er eingin ivi um, at skotar fara at vinna hendan fyrsta dystin í EM-endaspælinum.

 

70 minuttir: So er brekkan hjá føroyska liðnum uppaftur truplari, tí nú er føroyska liðið í undirtali. Asbjørn Heðinsson úr 07 Vestur, ið hevur stríðst væl, hevur fyri løtu síðani fingið sítt seinna gula kort í dystinum eftir eina heldur harðliga takkling mitt inni á vøllinum. Føroysku venjararnir gera eina broyting eftir reyða kortið. Bjarni Brimnes úr HB kemur inn, meðan liðskiparin Stefan Radosavljevic fer út.

 

MÁÁL, 2-0 til Skotland, Jack Atkinson, 68 minuttir: Nú hevur Skotland lagt seg á odda 2-0. Málið kom eftir eitt miseydnað útspark frá føroyska málverjanum, Bjarta V. Mørk, ið kom ov stutt. Skotar gjørdu skjótt av og funnu eina avlevering innum verjuna, har skotski liðskiparin, Jack Atkinson, hevði runnið seg frían. 

 

64 minuttir: So gera vit okkara fyrstu útskifting. Tað er áleypari okkara, Steffan Løkin, ið er farin skaddur av vøllinum eftir eina takkling, og inn fyri hann er komin Sveinur Lava Olsen, sum dagliga spælir fyri HB.

 

MÁÁL, 1-0 til Skotland, 59 minuttir, Innes Cameron: So gekk ikki longur hjá føroyska liðnum. Tað er høgi álopsleikarin, ið skotar skiftu inn, Innes Cameron, ið hevur lagt skotar á odda 1-0. Málið kom eftir innlegg úr skotsku høgru síðuni, har áleyparin stóð leysur inn fyri málinum.

 

58 minuttir: Tað brennir á føroyska málið, men vit standa ímóti higartil. Skotar eru nógv meira ágrýtnir nú, har teir hava skift ein høgan álopsleikara inn og tískil spæla meira beinleiðis. Men í verjupartinum berjast okkara sum úlvar.

 

53 minuttir: Støðan er framvegis 0-0, og tað er týðuligt at tað eru skotar, ið eru ónøgdir við støðuna sum hon er í løtuni. Føroyska liðið stendur seg væl í tvídystunum, har leikararnir eru ágrýtnir. Føroyska liðið hevur ikki skift út enn, meðan skotar hava framt sína fyrstu útskifting.

 

46 minuttir: Tað sær lovandi út hjá føroyska liðnum, sum fyri løtu síðani var um reppið at koma til stóran málmøguleika eftir langt innkast úr høgru síðu. Men seinasti neyvleikin manglaði. Skotar eru framvegis meira á bóltinum enn føroyingar.

 

41 minuttir: So er annar hálvleikur byrjaður aftur í Zagreb, har føroyska U-17 landsliðið spælir søguligan landsdyst. Talan er um fyrsta dyst hjá einum føroyskum fótbóltsliðið nakrantíð í einum EM-endaspælið. Støðan í dystinum er 0-0.

 

Hálvleikur: Flott byrjan hjá føroyska liðnum higartil í EM-endaspælinum, nú dómarin hevur brísklað til hálvleik. Støðan í hálvleikinum er 0-0 javnleikur. Sum heild hava skotar verið omaná leikliga, og tá hugsað verður um málmøguleikar, men føroyska liðið stríðist væl og stendur væl. Higartil hevur føroyska liðið ikki verið so vandamikið frameftir vøllinum.

 

40 minuttir: Føroyski eykamálverjin, Bjarti V. Mørk, ið hevður fingið møguleikan í dag, av tí at liðskiparin og vanligi fyrsti málverjin á liðnum, Bárður á Reynatrøð, er leikbannaður, hevur verið serstakliga eyðsýndur hendan hálvleikin. Hann er tryggur í tí hann fyritekur sær, og hevur havt fleiri góðar bjargingar.

 

31 minuttir: Bjarti V. Mørk í føroyska málinum stendur sum ein brandur. Júst nú hevði hann eina meistarliga bjarging, tá ein skotskur leikari kom fríur. 

 

30 minuttir: Skotland hevur júst havt ein stóran møguleika eftir innlegg úr høgru síðu. Ein skotskur leikari skallaði bóltin beint við síðuna av málinum. Annars klárar føroyska liðið seg væl, og eru róligir og tryggir á bóltinum.

 

25 minuttir: Føroyska liðið hevur havt fyrstu atsóknina á skotska málið. Tað var Steffan Løkin úr NSÍ, ið royndi seg við sínum vinstra beinið. Fyri løtu síðani hevði Skotland eisini ein stóran møguleika eftir hornaspark, men Bjarti V. Mørk vardi væl í føroyska málinum.

 

15 minuttir: Byrjanin hjá føroyska liðnum í endaspælinum higartil hevur verið góðkend. Fyrsta korterið hevur føroyska liðið verið undir trýsti, men allíkavæl hava skotar bert havt eina vandamikla atsókn. Føroyska liðið er nú meira á bóltinum enn teir hava verið.

 

7 minuttir: Føroyska liðið er greitt meira í verjustøðu enn álopsstøðu, men tað hongur væl saman hjá føroyska liðnum. Tá so Føroyar fáa møguleikar uppá skjótálop, er Hanus Sørensen úr FC Midtjylland væl upplagdur. 

 

5 minuttir: So hava skotar havt fyrstu vandamiklu atsóknina. Ein skoti breyt ígjøgnum í vinstru síðu hjá Skotlandi og kom til góðan møguleika, men Bjarti V. Mørk í føroyska málinum vardi meistarliga.

 

1 minuttur: So er dysturin í Zagreb farin í gongd. Higartil er føroyska liðið byrjað væl, men tað sæst at teir eru væl meira í verjustøðu enn skotar. Keturnar á føroyska liðnum hanga væl saman.

 

 

Føroyska liðið til dystin móti Skotlandi sær soleiðis út:

Bjarti V. Mørk (HB) – Asbjørn Heðinsson (07 Vestur), Dann Fróðason (07 Vestur), Andrias Edmundsson (B68), Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ) – Elias El Moustage (AaB), Sølvi Sigvardsen (NSÍ) – Símun Sólheim (HB), Stefan Radosavljevic (TB/FCS/Royn), Hanus Sørensen (FC Midtjylland) – Steffan Løkin (NSÍ)