Fylg ferðini hjá Team Rynkenby

Eitt stórt tal av føroyingum er í hesum døgum av veg til franska høvuðsstaðin Paris. Men heldur at gera sum flest øll onnur og flúgva, taka tok ella koyra til Paris, so hava hesi sett seg á súkkluni og súkkla suður gjøgnum heimspartin.


Talan er sjálvandi um teir føroyingar, ið luttaka í Team Rynkenby í ár. Føroyska ferðaliðið er eitt av 38 norðurlendskum liðum hjá Team Rynkenby, ið súkkla til Paris fyri at savna pening inn til og varpa ljós á støðuna hjá børnum við krabbamein.


Ferðin til Paris er longu byrja, og til ber hjá øllum at fylgja hesi ferð móti Paris. Øll liðini hava nevniliga fingið ein sendara, ið ger, at man sær hvar tey eru komin á leiðini.


Til ber at fylgja ferðini við at trýsta á her.