FUTT annað enn drukk

Nú stóra og nýggja tiltakið, Futt í Býin, er farið afturum, lata fyrireikararnir sera væl at. Tiltakið eydnaðist sera væl, eingir trupulleikar vóru av rúsdrekka, fólk skikkaðu sær væl og tónleikurin var framúr góður

Ólavsøkukonsertin hevur seinastu árini fingið eitt sera vánaligt umdømi á seg. Satt at siga er hon vorðin skýrd ein stór drukkveitsla, har serliga nógv ung fólk eru koyrd til útpumpingar, og har miðalaldurin á áhoyrarunum hevur verið sera lágur. Hetta ætlaðu fyrireikararnir í ár at betra um, og eftir at konsertin er av, lata teir sera væl at.

- Ólavsøkukonsertin hevði fingið eitt vánaligt image á seg, og hetta haldi eg at vit hava fingið betrað um. Vit fingu eisini sera góð nøvn og góða ljóðútgerð. Afturat tí haldi eg at vit fingu vaksið um miðalaldurin við nøkrum árum. Fólk lata sum heild sera væl at, og tann kritikkur, sum hevur verið, hevur mest verið um smáttaríir, og tískili eru vit sera væl nøgdir sigur Jóhannus á Rógvu Joensen, fyriskipari.


Fingið álitisváttan

Frá byrjan av var tað sera trupult at fáa loyvi til at flyta ólavsøkukonsertina oman í Tórsgøtu. Hetta komst kanska serliga av tí vánaliga umdøminum, konsertin hevði fingið á seg. Kommunan stúrdi fyri, um fyritøkur og bygningar á Tórsgøtu fingu frið fyri herverki og øðrum.

Samstundis vildi kommunan flyta ólavsøkuna oman í Miðbýin aftur, og tískil máttu teir viga hvørt upp móti øðrum. Fyriskipararnir av Futt í Býin bóðu tí kommununa um at vísa ungdóminum hetta álitið, at lata tey koma oman í býin, og hetta álitið hevur ungdómurin takka so miriliga fyri.

- Alt gekk ótrúliga væl. Einki er frætt um herverk á bygningar, og einki hevur verið at frætt um bardagar ella rok. Ein maður bleiv útblakaður, og tað var so at siga alt. Afturat tí, so hevur einki verið at frætta um nakar hevur verið til útpumpingar, og tað var serliga hetta, ið kommunan og onnur stúrdu fyri. At alt spældi so væl av, sum tað gjørdi, er ein stór álitisváttan til ungdómin, leggur Jóhannus á Rógvu Joensen doyðin á.


Hava vent gongdini

Seinnu árini hevur rákið við áhoyrarum á ólavsøkukonsertini gingið skeiva vegin. Alsamt færri og færri hava leitað sær til ólavsøkukonsertina, og miðalaldurin hevur verið støðugt lækkandi. Við at flyta konsertina og lata hana í nýggjan búna, ætlaðu fyrireikarnir eisini at geva henni nýtt innihald og at gera hana meira spennandi og tiltalandi.

Hetta man sigast at hava eydnast, og hetta sæst eisini aftur á áhoyraratalinum. Í ár vóru millum 1200 og 1400 bilettir seldar, og tískil megnaði Futt í Býin at koma upp á sama støði sum G! Mini var á, tá talan er um vitjandi gestir.

Miðalaldurin var eisini munandi hægri í ár, og tískil er Jóhannus á Rógvu Joensen sera fegin um at teir hava megnað at vent gongdini sum hevur verið seinastu árini.