Veðrið leikar í um landið, og broytingar eru á so mongum økjum.
Í Vági skuldi stór futsal kapping verða 8. og 9. desember, men henda er nú útsett til sunnudagin.
Yvir 100 lið hava teknað seg til kappingina, men enn er møguleiki at vera við, og kann hettar gerast á facebooksíðuni Suðringar. Tað eru TB, Royn og FC Suðuroy, ið skipa fyri stóru kappingini í Vágshøll.