Mikudagin var fútin, John Kølbæk, sum tók við embætinum í mai í ár, á vitjan hjá borgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu, Jógvani Skorheim. Við í ferðini vóru eisini Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, Kári Thorsteinsson, økispolitileiðari og Halldis Poulsen, fyrisitingarleiðari.
Hetta var ein kurteisvitjan, har borgarstjórin kunnaði um Klaksvík í breiðari merking, og har eisini Tonja Ziskason greiddi frá teirri SSP-skipan, sum hon vegna sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu hevur verið við til at seta á stovn í økinum.
Borgarstjórin vísti á, at tað hevur verið eitt sera konstruktivt og samstarvshugað samskifti við politiið í Klaksvík, bæði umvegis ferðslunevndina, men ikki minst við mongu stóru tiltøkini, sum eru í Klaksvík, har altíð er komið fram til skilagóðar og greiðligar loysnir saman við politinum.
Fyrikomandi fútin, sum áður hevur starvast í Jútlandi og Grønlandi, greiddi frá virksemi sínum, og var fundurin í einum løttum tóna - í tráð við góða samarbeiðið, sum verið hevur við politiið.
Orð & mynd: Dávur Winther.