Í Gøtuvík hava verið tvey alibrúk, tað hjá Pf. Enni, sum Heri Thomsen og Jógvan Ranghamar eiga, og Pf. Luna, og tvey alibrúk koma tað eisini at vera í framtíðini, men nú verður leiðslan tann sama.
Atli Gregersen, stjóri í Pf. Fútakletti, sigur fyri blaðnum, at felagið hevur leingi ligið í samráðingum við hitt felagið um at keypa alibrúki, men nú er so keypi veruleiki.
Strukturera víkina
Spurdur, hví hann hevur keypt alibrúkið í Gøtuvík, sigur hann, at høvuðsendamálið við keypinum er at strukturera víkina betri, og her verður sjálvandi hugsað um sjúkur og annað.
Bæði alibrúkini í Gøtuvík seldu eini 2500 tons í fjør, og Atli Gregersen metir, at sølan verður nakað tann sama í ár.
Rognaframleiðsla
Pf. Fútaklettur hevur í mong ár havt smoltstøð á Fútakletti og framleitt eini 700.000 smolt árliga. Umframt tað hevur støðin eisini havt ein aliring liggjandi uttan fyri Giljanes til rognaframleiðslu, sum hevur ligið um 9,5 mió. rogn árliga.
Atli Gregersen vil einki siga um keypsprísin av alibrúkinum í Gøtuvík, tá ið partarnir eru samdir um einki at siga í so máta.