FUT nýggja nevnd

Nýggj nevnd vald á aðalfundi í FUT

Føroya Undirhalds tónleikarafelag, FUT, hevði aðalfund fyri stuttum. FUT er felag hjá føroyskum undirhaldstónleikarum., men er eisini kent millum manna fyri stóru ólavsøkukonsertirnar, sum felagið í mong ár hevur skipað fyri. Endamál felagsins er annars at verja áhugamál hjá tónleikarum og hevur felagið eisini arbeitt við hesum, síðani stovnan fyrst í áttatiárunum.

Á aðalfundinum varð vald nýggj nevnd.

Nýggja nevndin hevur skipað seg. Formaður er Bjørn E. Thomsen. Næstformaður er Kristian Eliasen, kassameistari Magnus Pauli Poulsen, skrivari Jón Gaasedal og nevndarlimur er Kaj Johannesen