Suðuroyingar fáa ovmikið av livandi tónleiki at lurta eftir um vikuskiftið.
Leygarkvøldið spæla átta teir bestu bólkarnir í Prix Føroyum í hálvfinaluni, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági, men longu fríggjakvøldið kunnu fýra aðrir bólkar hoyrast á palli.
Tað er Føroya Undirhaldstónleikarafelag (FUT), sum skipar fyri konsertini. Fýra bólkar, sum vóru við í innleiðandi umførum í Prixnum í ár, men sum ikki komu víðari, fara at spæla á konsertini.
Bólkarnir eru Paradox, EGR2PLZ, Side Effect og SIC.
FUT er ein av fyrireikarunum av Prix Føroyum, og konsertin fríggjakvøldið verður eitt slag av upptakt til spennandi kappingina leygarkvøldið.