Fuska við trygdini

Fiskiveiðieftirlitið fer í næstum at kanna fleiri skip fyri at vita, um mynstringarregurnar eru hildnar

Í ár hevur Fiskiveiðieftirlitið staðfest 260 brot á reglurnar um mynstring. Brotini hava onkuntíð fyrr verið fleiri.
- Trupulleikin er ikki nýggjur, men hetta er ikki gott og visir, at fólk taka ikki trygdina í nóg stórum álvara, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum.
Hann heldur tað vera torført at finna aðrar orsøkir til, at so nógv brot verða gjørd ða reglurnar um mynstring.
Í Danmark er ikki neyðugt at endurnýggja trygdarskeið, men her skal tað gerast fimta hvørt ár, og vil reiðarin ikki rinda fyri skeið, má sjómaðurin sjálvur gjalda. Tað kann vera, at sjómaðurin vil sleppa undan tí útreiðsluni og tí ikki endurnýggjar sítt skeið.
Fyrr var tann skipan í Føroyum, at mynstringarmyndugleikin, ofta sýslumaðurin fór umborð, tá ið skip skuldi avstað, og tá noyddist sjómaðurin at leggja galdandi pappír á borðið. Skipið slapp ikki at loysa, fyrr enn øll viðurskifti vóru í lagi.
- Tað kann vera, at skiparin ikki hevur maktað uppgávuna, sigur Elmar Højgaard.
Hann heldur ikki, at Fiskiveiðieftirlitið kann liva við bara at staðfesta brotini og melda tey til fútan. Neyðugt er at gera eitt átak, á sama hátt sum tá ið politiið fer út og ger ferðsluátøk.
Elmar Højgaard minnir á, hvussu týdningarmikið tað er, at sjófólkið hevur verið á trygdarskeiði.
- Kravið er ikki sett til stuttleikar, sigur hann.