Í nátt var øgiligur nevaleikur um heimsmeistaraheitið í tungvekt.
Í Las Vegas hittust teir báðir, Deontay Wilder úr USA og Tyson Fury úr Onglandi í dysti um heimsmeistaraheitið, eftir at teir høvdu leikt javnt fyri einum ári síðani.
Men í nátt var eingin ivi.
Tyson Fury gjørdist heimsmeistari, eftir at hjálparvenjarin hjá Wilder tveitti handklæði í ringin og steðgaði dystinum í sjeynda umfari.
Tá hevði Fury longu sligið Wilder í gólvið í bæði triðja og fimta umfari. Wilder hevði frammanundan bert roynt at verið á gólvinum einaferð fyri góðum tíggju árum síðani.
Tá ið handklæðið var tveitt í ringin bløddi Wilder úr øðrum oyranum, og eftir dystin var hann sendur beint á sjúkrahús, har hann verður eygleiddur, sum vanligt eisini er.
Sostatt er 31 ára gamli Tyson Fury aftur heimsmeistari í tungvekt. Tað var hann fyrstu ferð í 2015, tá ið hann gjørdist fyrsti maður at basa Wladimir Klitschko, sum hevði verið heimsmeistari í góð tíggju ár.
Stutt eftir var heimsmeistaraheitið tykið frá Fury, tá ið hann ikki vildi fara í enn ein leik við Klitschko, og síðani gavst onglendingurin við nevaleiki orsakað av tunglyndi og misnýtslu. Fyri tveimum árum síðani meldaði Fury seg kláran aftur, og nú er hann so heimsmeistari aftur.